Sermon Tone Analysis

Overall tone of the sermon

This automated analysis scores the text on the likely presence of emotional, language, and social tones. There are no right or wrong scores; this is just an indication of tones readers or listeners may pick up from the text.
A score of 0.5 or higher indicates the tone is likely present.
Emotion Tone
Anger
0.06UNLIKELY
Disgust
0.09UNLIKELY
Fear
0.09UNLIKELY
Joy
0.13UNLIKELY
Sadness
0.11UNLIKELY
Language Tone
Analytical
0.19UNLIKELY
Confident
0.5LIKELY
Tentative
0UNLIKELY
Social Tone
Openness
0.01UNLIKELY
Conscientiousness
0.12UNLIKELY
Extraversion
0.21UNLIKELY
Agreeableness
0.47UNLIKELY
Emotional Range
0.03UNLIKELY

Tone of specific sentences

Tones
Emotion
Anger
Disgust
Fear
Joy
Sadness
Language
Analytical
Confident
Tentative
Social Tendencies
Openness
Conscientiousness
Extraversion
Agreeableness
Emotional Range
Anger
< .5
.5 - .6
.6 - .7
.7 - .8
.8 - .9
> .9
Rom 3.20-31
v.19 endaði við: allur heimurin sekur fyri Gudi.
Og nú til reiðar at fara inn fyri dómaran, verða dømd, og straffaði.
Hetta virkar longu við núverandi vreiði Guds (Róm.1.18),
yvir synd menniskjanna og kemur í hæddina, tá menniskja verður dømt við síðsta dómi.
Soleiðis er syndarin hildin fastur í syndaákærum, inntil síðsta ákæran við síðsta dómi verður reist ímóti honum.
v.20
Einki hold verður rættvísgjørt fyri Honum av lóg.
Lógin gevur als onga vón fyri rættvísgering fyri Gudi.
Lógin bert dømir, persónliga, og øll, til allar tíðir.
“Tey, sum gera eftir lógini, skulu verða rættvísgjørd” (Róm.2.13).
Hetta sipar bert til málistokkin Gud dømur við.
Men eingin gerð 100% eftir lógini.
Her (Róm.3.19-20),
staðfestir Paulus bert verunleikan.
Øll, hvør einasti ein, hava brotið lógina, og tí kann ongin verða rættvísgjørdur við lógarverkum, gjøgnum somu lóg.
Lógin er sum ein vektskál og vigar øll: “Vigaður ert tú á vektini, og funnin ov lættur.”
(Dán.5.27).
Lógin kann eisini avmyndast við eina sjóneyku, sum “eykar” tað dulda, mikroskop.
“Við lógini kemur sannan av synd.”
(Róm.3.20.
Gal.3.19-24).
Soleiðis verða menniskju trýst inn undir lógarok, fyri at kunna koma at síggja sín einasta útveg, tað er at rópa til Gud, og trúgva, og als ikki í blindleika, fløkja seg longur og longur inn í lógartrolið.
Tí kunnu vit siga, í ljósinum av Róm.1.18-3.20, at vreiði Guds, sum er sjónlig í hesum ónda heimi, er grunda á órættvísi menniskja: “Tí vreiði Guds verður opinbera av Himli yvir alt gudloysi og alla órættvísi menniskja, sum við órætvísi kúga sannleikan.”
(Róm.1.18).
Náttúrliga úrslitið av órættvísi mennikja, verður ævigi dómur Guds.
Bert tann, sum heldur alla lógina sleppur undan rættvísa dómi Guds.
Men, við tað at slíkur persónur als ikki finst, so er støða menniskja av sonnum vónleys.
Tí er tað avgjørt neyðugt, at menniskja finnur ein útveg uttan um rættvísa dóm Guds, sum Gud má døma, um Gud er rættvísur.
Er tað nakar útvegur úr hesi truplu støðu?
Jú, nú vendur Paulus sær til loysnina, sum Gud hevur opinbera honum.
Rom 3:21-22a
Rættvísi Guds er opinberað.
Hin órættvísi kann fáa rættvísi gjøgnum Jesus Kristus
v.21, Men nú er - uttan lóg - rættvísi Guds opinberað, hon, ið vitnað er um av lógini og profetunum, 
v.22 a, rættvísi Guds við trúgv á Jesus Kristus,
v.21 byrjar við: Men nú er.
Nú er ein onnur loysn fyri rættvísgering, ikki av lóg, men longu langt síðan, vitnað um av lógini og profetunum.
Úr somu Skrift, kom eisini fordømingin, “sum skrivað er” (v.10-20),
Hvat segði Skriftin: Fyrst: tit eru dømd (v.10), Næst: tit kunnu fáa rættvísi Guds (v.20).
Í fyrra brotinum, byrjaði hann við: vreiði Guds verður opinberað (apokaluptetai) (Rom 1.18-20), og í næsta brotinum byrjar hann: Rættvísi Guds opinberað (pephanerótai)(Rom 3.21-5.11).
Bæði vreiði Guds og rættvísi Guds eru opinberaðar.
Hendan seinna opinbering, kann ikki skiljast av menniskjum, eins og hin fyrra (1.19-32).
Tann fyrra var av Himli, sjónlig, men seinna við lógini og profetunum, tað vil siga gjøgnum Orð Guds, Bíbliuna.
Tann fyrra var sjónlig fyri øll, men seinna innblást við orði Guds (Bíblian), við lógini og profetunum.
Og má prædikast fyri mennsikju av tænarum Guds.
V.22
Rættvísi Guds, sum Paulus nú skal greiða frá, er ein spurningur um trúgv.
Hann helur á: rættvísi Guds við trúgv á Jesus Kristus,v.22.
Einki menniskja kann upphugsað slíka rættvísi.
Hendan rættvísi er als ikki manna hugskot, men Guddommilig.
Søgan líka frá Paulusi til okkara dagar, vísir hvussu fremmant og torskilt hetta hevur verið fyri manna hugsan.
Um hetta ikki kom frá Skriftini, vildi hetta verið vrakað eins og tómur heilaspuni.
Ja, nógv hava líka upp til okkara dagar mistolka hetta, og siga, at lógarverk mugu til fyri at náa rættvísi Guds (Róm.2.13).
Men hvør kann halda alla lógina?
Løgið, at Gud skuldi fyrst opinbera hetta fyri einum Jøda, sum júst hevði tað mótsættu hugsan, einum Hebreara, Fariseara, Saul frá Tarsus, sum hildu at rættvísi fekst við lógarverkum, eins og fariserarin í Templinum bað (Luk 18.10-14).
Men hendan rættvísi var ikki bert fyri Paulus, men “fyri øll,” (v.22), fyri øll, sum trúgva, eisini “allan heimin, sum er sekur fyri Gudi” (v.19), bert við trúgv - eina.
Hetta er frá sama Gudi, sum ikki ger mannamun, (Rom 2.11).
Rættvísi Guds við trúgv á Jesus Kristus, fyri øll og yvir øllum, sum trúgva.
(v,22).
Hví endurtekur hann: fyri øll og yvir øllum.
Jú, tí frelsan er bert av trúgv, fyri øll, men kemur bert yvir øllum, sum trúgva.
Tí eingin munur er; og tað viðgerð hann í fylgjandi versum.
V.22b -23
Øll hava syndað (tátíð), og teimum fattast (nútíð) dýrd Guds;
Partur av dýrd Guds er fullkomna rættvísi Hansara.
Soleiðis kemur tann, sum trýr, at kenna dýrd Guds.
Menniskja er vónleyst, inntil tað, eina av trúgv, kann taka ímóti rættvísi Guds.
V.24.
Og tey verða rættvísgjørd fyri einki av náði Hansara,
So her kunnu ongin lógarverk hjálpa, annars var tað ikki av náði.
Bert og eina við endurloysingini, sum er í Kristi Jesusi.
Pætur sigur, at vit vóru leyskeypt við dýra blóði Kristusar (1.Pæt.1.18-19).
Hetta er fyrstu ferð hann sipar til deyða Kristusar, viðvíkjandi rættvísgeringini í Rómbrævinum.
(Í heilsan síni sipar hann eisini til uppreisn og deyða, 1.4).
Orði “endurloysing,” kemur av at verða fríur, frígivin: Tá stigu fram nakrir úr sýnagoguni, sum kallað er eftir hinum frígivnu (Áp.6.9).
Hesir vóru limir av Jødisku synagoguni í Jerúsalem, ættaðir frá Jødum, sum vóru tiknir til fanga til Róm, av generalinum Pompey (106-48 f.Kr.), og síðani leyslatnir (frígivnir, endurloystir, so mugu teir hava einaferð fyrr verið loystir og so bundnir, fyri aftur at kunna verða loystir, “endurloystir”).
Hetta er eitt orð , sum serliga varð nýtt um fangar og trælir, sum vóru leyslatnir, endurloystir, loysipeningur.
Nú er tað Kristus Jesus, sum loysir okkum út úr trældómi.
Tit vita jú, at tað var ikki við tí, sum forgeingiligt er - silvuri ella gulli - tit vórðu leyskeypt frá dáraatburði tykkara, sum arvaður var frá fedrunum.
(1.Pæt.1.18),
Hann sum er panturin um av okkaraa - at ognarfólk Hansara skal verða endurloyst, (Ef.1.14).
Nei, tað var við dýra blóði Kristusar - sum av lýtaleysum og ódálkaðum lambi (1.Pæt.1.19).
Jesus Kristus kom at endurloysa, frígeva, øll tey, sum einaferð vóru vóru “leys,” í Eden.
Men endurloysingin var ikki inn aftur í Eden, men nógv størri, inn í sjálvan himmalin.
V.25
Ro 3:25 Honum, ið Gud hevur sett fram sum náðistól við trúgv á blóð Hansara, fyri at vísa rættvísi Sína, við tað at Gud í langmóði Sínum hevði havt tol við syndunum, ið áður vóru gjørdar .
Kristus Jesus er settur fram sum náðistólurin.
Náðistólurin var lokið á ørkini.
(3.Mós.16.2, 2.Mós.25.19-22).
Grikska orði fyri náðistól er hilastérion (S2435, bót, semja, blíðka, samsvarandi, fjala).
(náðistólur, Heb.9.5), (bót, G2436 Heb.2.17, 13.11, 1.Jóh.2.2, 4.10).
Orðið, bót, er eisini týtt til “bik,” sum Ørkin var tjøra við, bæði innan og uttan, eisini kurvin hjá Móses í Nilánni, sum helt dómin uttanfyri, og vardi móti dóminum.
Soleiðis fjaldi náðistólurin lóginartalvurnar, ákæruna, sum lá í ørkini.
Og frelsa er ikki í nøkrum øðrum; heldur ikki er nakað annað navn undir himli, givið millum menniskju, sum vit skulu verða frelst við.
(Áp.4.12).
Tann rætta hugsa er, at Kristus Jesus er settur fram sum náðistólur, avmyndað í GT, typology.
Vegurin til Gud var gjøgnum tabernaklið heilt inn til náðistólin,  Jesus svaraði honum: »Eg eri vegurin, sannleikin og lívið; eingin kemur til Faðirin uttan við Mær.  (Jóh.14.6).
Eingin kann trúgva á Jesus Kristus, uttan at kenna Hann.
Gleðiboðini eru, at kunngera Harran, Jesus Kristus.
< .5
.5 - .6
.6 - .7
.7 - .8
.8 - .9
> .9