At hava á høvdinum

Sermon  •  Submitted
0 ratings
· 8 views
Notes
Transcript
At hava á høvdinum.
1.Kor.11:10 Tí eigur kvinnan at hava á høvdinum tekin uppá undirgivni (myndugleika, styrki) - fyri einglanna skuld.
Tí eigur kvinnan at hava á høvdinum. Hví:

7 grundir:

Myndugleiki
Gudsdýrkan
Skapanin
Fyri einglanna skuld
Sømiligt
Ikki trætast um hetta
Hetta boð gevi eg
Tá vit lesa hesi 15 versini (1.Kor.11.3-17), síggja vit, at evnið er Myndugleiki, Myndugleiki og aftur Mynduleiki, og hvussu vit trúgvandi í samkomu Guds kunnu vísa hetta við okkara mest sjónliga parti, høvdinum.
Myndugleiki v.3
Guds myndugleika-skipan er fyrst: Gud er høvur Kristusar, Kristus er høvur eins og hvørs mans, at maðurin er høvur kvinnunnar.
Í Skriftini sipar “Høvur” til myndugleika.
Orðið høvur kemur 11 ferðir fyri í 11 versum, (v.3-13).
Gudsdýrkan v.4-7
V.4-6, Tey vanæra høvd sítt, um tey biðja ella profetera, maðurin, um hann hevur á høvdinum, og kvinnan, um hon hevur einki á høvdinum. Soleiðis vísa tey við høvdinum hvørs myndugleika tey eru undir. Hann nýtir sterk orð, so sum, att vit vanæra myndugleikan, sum yvir okkum er, um vit ikki akta skipan Guds.
Maður skal ikki hava á høvdinum, tí hann er mynd og dýrd Guds; men kvinnan er dýrd mansins. (v.7).
Kristus er høvur samkomunnar (Ef.1.22, 4.14). Høvd als valds og harradømis, (Kol.2.10). Maðurin er høvur konu sínar, eins og Kristus er høvur samkomunnar, (Ef.5.23).
Kristus ræður, stýrir, er Harri og Messias, í øllum lívs viðskiftum okkara.
Skapanin v.8-9, v.11-12
Kvinnan var av manninum og skapt manninum (v.8-9). Tað er framvegis myndugleika hann tosar um. Men, hinvegin er eingin munur á manni og kvinnu í Harranum (v.11-12). Hervið er tað als ikki sagt, at tann, sum er lægri í tign, hevur minni virði. Men í Kristusi hava tey sama virðið. Her er ikki maður ella kvinna; tí tit eru øll eitt í Kristusi Jesusi. (Gal.3.28).
Tí eigur kvinnan at hava á høvdinum, tekin uppá myndugleika - fyri einglanna skuld v.10
Orðið tekin er ikki í frummálinum. Darby týður hetta soleiðis: Therefore ought the woman to have authority on her head, on account of the angels.
(John Nelson Darby, The Holy Scriptures: A New Translation from the Original Languages (Oak Harbor: Logos Research Systems, 1996), 1 Co 11:10).
Therefore oght yͤ womã to have power on her head, because of the Angels.
Geneva Bible (Geneva: Rovland Hall, 1560), 1 Co 11:10.
Einglar eru nevndir meiri enn 300 ferðir Bíbliuni. Einglar síggja okkum (Matt.18.10, Luk.15.10, 1.Kor.4.9, Ef.3.10, 1.Tim.5.21, Heb.1.14, 13.2, 1.Pæt.1.12).
Sømiligt v.13
Ikki sømiligt at biðja til Gud við ongum á høvdinum!
Ikki trætast um hetta v.15,
Hetta boð gevi eg tykkum, v.17.
Hesar 7 grundir gevur hann fyri HVÍ kvinnan eigur at hava á høvdinum. Hann sigur eisini HVÍ maðurin ikki skal hava á høvdinum: Maður skal ikki hava á høvdinum, tí hann er mynd og dýrd Guds; men kvinnan er dýrd mansins. (1.Kor.11.7).
Hetta brotið, 1.Kor.11.3-16, (v.3,7,8,9,10,11,12), sipar til skapanina í 1.Mós.kap.1-2-3, og í 1.Tim.2.11-14.
Hettar sipar eisini til syndafallið, har hasin eingilin við høgari tign, hin snildi Ormurin, Satan, kom smigrandi og sleiskandi, og vann á mannaættini, við at leggja eftir skipan og myndugleika Guds, (1.Kor.11.3). Ormurin leypa á lægstu tign í mynduleika-skipan Guds, kvinnuni. Og kvinnan varð dára og fall í brot, men Ádam var ikki dáraður (1.Tim.2.14). Tá Ormurin kom til kvinnunan, skuldi hon bert víst til hægri tign í skipan Guds, mannin, so hevði støðan verið ein onnur.
Umleið 4.000 ár aftaná syndafallið, skrivar Paulus ápostul, at Satan umskapir seg til ein ljósins eingil (2.Kor.11.14). Hetta skrivar hann til somu samkomu, har hann gevur manninum boð um ikki at hava á høvdinum (1.Kor.11.4,7), og kvinnuni boð um at hav á høvdinum, og soleiðis vísa til myndugleika-skipan Guds, fyri einglanna skuld (1.Kor.11.10). Hvørjum eingli? Øllum, ella bert teim falnu?
Men nú eru vit sum trúgva, loyst gjøgnum frelsuverk Kristusar. Hin frelsta, endurfødda kvinnan hevur fingið myndugleika og rætt, við boði (v.17), at vísa sín “myndugleika, sína kraft, sína megi, sítt ráð,” gjøgnum sjónliga tekin, sum hon í samkomuni (v.16-18) eigur, við at hava á høvdinum.
Hetta hevur einki við Jødiskan ella heidna sið at gera, og enn minni við okkara nútíðar mentan at gera, men, bæði rótin og grundin er nógv størri. Hetta hevur við vilja og skipan Guds í skapan Hansara at gera, og í endurskapanini er víst í samkomuni.
Í sýnagogunum hevði kvinnan einki at siga. Men í Kristusi bleiv kvinnan loyst úr sínum trældómi (Ef.5.25).
her er ikki maður ella kvinna; tí tit eru øll eitt í Kristi Jesusi.” (Gal.3.28).
Bíblian sigur ikki, at syndin kom inn í heimin við Satan men:
Sum tí syndin kom inn í heimin við einum menniskja, og deyðin við syndini, og deyðin soleiðis trongdi ígjøgnum til øll menniskju, tí øll syndaðu (Róm.5.12).
Myndugleiki kvinnunar
Orðið “undirgivni” v.10, ella ráðstekin (Dahl): (Grikska orðið er exousia, Strong nr.1849, kemur av orðinum nr.1832: magt, kraft, evni, førleiki; dugnaskapur; dugur. Aðrar týðingar: (Enskar: KJV, KJVSL: power, ASV: sign of authority. DBY: authority. Týskar, Luther: macht. Svenska1873: magt. Donsk 1992: Derfor må kvinden af hensyn til englene have noget på hovedet som tegn på myndighed.). Tekin um myndugleika ella undirgivni fyri myndugleika. Myndugleika tekin á høvdinum. (Paulus nýtir hetta sama orð (exousia,1846 kraft, magt), týtt til “frælsi”, ella at “hava rætt til:” Síggið tó til, at hetta frælsi tykkara verður ikki hinum veiku til ástoyt! 1.Kor.8.9, frælsi, 9.4,5,12,18, hava vit ikki rætt til…)
Tekini kvinnan hevði á høvdinum var soleiðis: myndugleiki, makt, megi, kraft, vald.
Fyri einglanna skuld.
Einglar nevndir minst 138 ferðir í NT. (Yvir 300 ferðir í allari Bíbliuni).
Einglar nevndir 6 ferðir í Korintbræv.:
Sjónleikur....bæði einglum og menniskjum (1.Kor.4.9)
Døma einglar (1.Kor.6.3)
Tungu eingla (1.Kor.13.1)
Hava á høvdinum fyri einglanna skuld (1.Kor.11.10)
Eingil ljósins (2.Kor.11.14)
Eingil Satans (2.Kor.12.7)
Vit síggja í hesum 6 versunum í Korintbrævinum, at eingil er ein eingil og ikki elstar.
Stjørnurnar sjey eru einglar hinna sjey samkoma Op.1.20.
…fyri at margfaldi vísdómur Guds nú við samkomuni skuldi verða kunngjørdur tignunum og valdunum í Himli, (Ef.3.10).
hesum, sum einglar tráa eftir at skoða inn í (1.Pæt.1.12).
Einglar eru tænandi andar (Heb.1.14).
Serafar fjaldi andlitið (Esai.6.2).
Jødarnir trúðu at einglaverur vóru til steðar við gudsdýrkan: Eg prísi Tær av øllum hjarta mínum, fyri eygum gudanna syngi eg Tær lov. (Sálm 138.1).
Tí har sum tvey ella trý eru savnað í navni Mínum eri eg mitt ímillum teirra (Matt.18.20).
Á samkomufundum skal kvinnan ikki læra, men tiga.
Tiga á samkomufundum, 1.Kor.14.34
Ikki loyvi at vera lærara ella ræði yvir manninum, 1.Tim.2.12
1.Kor.11.7-9, sipar Paulus til fyrstu 3 kap., í Gamla Testamenti.
TÍ skal kvinnan hava á høvdinum, 1.Kor.11.10:
Eg rósi tykkum fyri at tit halda fast við lærdómarnar, 1.Kor.11.2
Myndugleika-skipan Guds, 1.Kor.11.3
Kvinnan er dýrd mansins 1.Kor.11.7
Kvinnan er av manninum 1.Kor.11.8
Kvinnan skapt manninum 1.Kor.11.9
Tekin uppá myndugleika, ella kraft 1.Kor.11.10
Hetta boð gevi eg 1.Kor.11.17
Nær skal so kvinnan hava á høvdinum? Bara tá hon biður ella profeterar? (1.Ko.11.5). Hví gevur so Paulus boð um, at kvinnan skal tiga og ikki læra á samkomufundum.
Men eg gevi ikki kvinnuni loyvi at vera lærara ella hava ræði yvir manninum; nej, hon skal halda seg stilla (1.Tim.11-15).
Eins og í øllum samkomum hinna heilagra skulu kvinnur tykkara tiga á samkomufundum; teimum er ikki loyvt at tala; nei, tær skulu vera undirgivnar - sum eisini lógin sigur. Er nakað, sum tær vilja fáa at vita, so spyrji tær sínar egnu menn heima! Tí tað er kvinnu ósømiligt at tala á fundi samkomunnar. (1.Kor.14.34-35).
Er tað so ein mótsøgn, tá hann sigur, at hon skal hava á høvdinum, tá hon biður ella profeterar, men skal eisini tiga? Svarið kann verða, at á fyrstu tíð samkomunnar, bæði bóðu, profeteraðu og lærdu tær, Tað sær soleiðis út, annars var eingin grund at siga, at tær skuldu tiga og ikki læra á samkomufundum. Men evnið vit viðgera (1.Kor.11.3-17), er ikki um at tiga og tala, men um myndugleika. Myndugleiki er galdandi allar tíðir líka frá Edens urtagarði. Soleiðis er myndugleikatekini, ella ráðstekini, framvegis galdandi.
Skil og ordan krevur myndugleika, her er skipan Guds: Gud, Kristus, maðurin, kvinnan. (1.Kor.11.3). Gud er høvur Kristusar, men Sonurin er eisini eins og Faðirin (Jóh.10.30, 14.28, 1.Jóh.5.20), soleiðis er kvinnan undirgivin manninum, men er eisini eins og maðurin (1.Kor.3.21-23, Gal.3.28, Ef.5.21-33). Hetta hevur einki við virðið at gerða. Kvinnan hevur als ikki minni virði enn maðurin, ofta nógv meiri verd, Men ápostulin lærir okkum um myndugleika. Gud er yvir øllum, hægsti myndugleiki, so Kristus, so maðurin, so kvinnan. Hetta er myndugleika-skipan Guds gjøgnum alt innblásta orð Guds, Bíbliuna.
Guds ætlan var og er, at maðurin hevur mynduleikan bæði í samkomuni og heima við hús, men er undir mynduleika Kristusi og Guds. Tit menn! Elskið konur tykkara, eins og Kristus elskaði samkomuna og gav Seg sjálvan fyri hana (Ef.5.25). Kristus doyði fyri okkum. So nógv verd er konan, at maðurin eigur at geva lív sítt fyri konu sína um neyðugt. Hvat so við at skiljast frá konu síni, sjálvandi als ikki: (Mark.10.11-12, Luk.16.18, 1.Kor.7.11).
Guds skipan er tann vakrasta, eymasta og eggjar hvør øðrum at náða hæddina av Guds ævigu kærleiksætlan. Ein og hvør av okkum fær ein dag løn frá Gudi fyri tænastu okkara, um tað so bert er at hava á høvdinum, tí Gud sigur tað.
Gud HARRIN segði nú: »Ikki er manninum gott at vera einsamallur; Eg skal gera honum eina hjálp, sum hóskar honum.« (1.Mós.2.18).
Tó - í Harranum er ikki kvinnan uttan mannin, ei heldur maðurin uttan kvinnuna.
Tí eins og kvinnan er av manninum, er eisini maðurin við kvinnuni - og alt er tað av Gudi. (1.Kor.11.11-12).
Av tí vita vit, at vit kenna Hann - av, at vit halda boð Hansara (1.Jóh.2.3).
PMH. Dec.2022
Related Media
See more
Related Sermons
See more