Fjallaprædikan: Vendið um, tí at himmiríkið er í nánd
Fjallaprædikan - Jesus er harri • Sermon • Submitted • Presented
0 ratings
· 1 viewNotes
Transcript
Video: https://www.youtube.com/watch?v=NtKb7CJDUZc&t=182s
Guds ríki! – hetta er eitt evni, sum hevur upptikið meg í fleiri ár.
- Tað verður nevnt so ofta í Bíbliuni – og tað er eisini kjarnin í tí, sum Jesus kom at kunngera.
- Og tó kann hetta tykjast nokkso mystiskt og fremmant. Hvat er Guds ríki?
Hetta vikuskifti koma vit at grava djúpri í Fjallaprædikuna = helst kendasta talan, sum Jesu hevði
- Her eru so nógv gullkorn!!! Og hesir lærdómar hava ekkó’a í 2000 ár og merkja enn í dag nógv av grundvirðunum undir øllum okkara samfelag. – men hetta er meira radikalt enn so.
Bøn!
TEKSTUR: Matt. 4,17 – 5,12
Lat okkum byrja við samanhanginum
- Jesus er akkurát byrjaður sína tænastu og Matt. 4,17 uppsummerar kjarnu-boðskapin: “Vendið um, tí at himmiríkið er í nánd!”
o Matteus brúkar ‘himmiríkið’ meðan Lukas og Markus brúka Guds ríki = tað sama
- Jesus hevur sterkt fokus á at kunngera og fortelja um Guds ríki, sum nú er komið.
- Hann ferðast runt í Galileu, “undirvísti í samkomuhúsunum gleðiboðskapin um ríkið og grøddi hvørja sjúku og hvørja ilsku hjá fólki.” (4:23) tað frættist víða um, og skjótt var Jesus tað heitasta navnið í økinum – #trending – viralur uppá gamlan manér – øll tosaðu um hann og vildu síggja og hoyra hann. Tí hann grøddi sjúk fólk – men tað var eisini nakað við tí, hann segði, sum undraði fólk. Hann var øðrvísi!
[SLIDE] Og so koma vit til fjallaprædikuna.
- = mest umfatandi talan hjá Jesusi um hvussu lívið í Guds ríki sær út – og hann avbjóðar hvussu jødar hugsaðu um lógina, ið teir sóðu sum eina meginreglu fyri at sleppa inn í Guds ríki
- = FP er sum eitt manifest fyri Guds ríki – ein stevnuskrá (sum politiskir flokkar) – ikki bara moralsk undirvísing (“soleiðis skulu tit bera tykkum at!”), men ein opinbering av hvussu Guds ríki er – bæði nú – og fer at vera í framtíðini.
- Hetta var ein visjón um eitt ríki, har alt vendir upp og niður – har virðir og raðfestingar, sum vit kenna í heiminum í dag, verða vend á høvdi.
1. Tann minsti skal vera størstur – tey fátæku og eyðmjúku skulu ganga fremst
2. Ironiskt – menningarlæran lærir, at tá alt gongur eftir reinum náttúrulógum er tað tann sterkasti, sum yvirlivir
Nåh, hvat er tað sum sker…
- Ein stór fjøld kemur at lurta eftir Jesusi – og fleiri lærusveinar fylgdu honum.
- Men hvønn tosar Jesus veruliga til?
- Legg til merkis, at í 5:1-2 stendur, at lærusveinar hansara komu til hann, og hann tók til orða og lærdi teir.
- = Har er ein stór fjøld og lurtar – men hann tosar í veruleikanum til sínar lærusveinar – til tey, sum fylgja honum. = Tey eru málbólkurin!
- Og so byrjar hann: “Sæl eru tey í andanum fátæku, tí at himmiríkið er teirra.”
1. Sæl = meira enn signing og at vera glaður = hjartans lukkulig, eydnurík = ein djúpri uppliving av vón og gleði, óanisæð hvussu umstøðurnar eru.
2. Tey eyðmjúku, lítillætnu – the underdog – tey, sum undirgeva seg – tey skulu eiga Guds ríki
- Og so heldur hann áfram við at lýsa “hygg her, soleiðis sær lívið út í Guds ríki”
Hvat er Guds ríki?
Hvat er Guds ríki?
Guds ríki sipar ikki til nakað ávíst stað, men har sum Gud ræður – tað er a way of life – har sum Guds vilji setur dagsskránna. Tað er eitt ósjónligt íki, sum er meira enn hugsjónir og ideali – tað er ein veruleiki, sum bæði er (sum Jesus byrjaði) og sum kemur til fulnar, tá Jesus kemur aftur
- = tað er har, sum Jesus er harri. – og jú fleiri fylgja Jesusi, tess størri verður Guds ríki
- Harav kemur yvirskriftin til hetta vikuskifti tí tá Jesus verður Harri í tínum lívi, so stígur tú inn í Guds ríki. So verður tú borgari í Guds ríki. Ein fremmandur í hesum heimi – tí tú ert ikki longur líka sum hini. Ella tú skalt ikki vera líka sum hini! Tú byrjar at svimja ímóti streyminum. Tí Guds ríki er ein mótmentan til heimin. Vendið um!
1. Lítil søga: Tá vit vóru í USA Mexico stóðu í kø at sleppa innaftur vóru í einum fremmandum landi, fremmandir ríkisborgarar, men við passi sum segði at vit vóru borgarar í einum øðrum ríki – og tað gav okkum atgongd – onnur í køini høvdu einki pass, men vildu sleppa inn í USA, tað lovaða landið – men sluppu ikki.
- Jesus undirstrikaði, at hansara sonnu lærusveinar skuldu vera fullkomiliga øðrvísi enn onnur. Ikki fylgja streyminum og hyggja eftir hvat hini gera. –– og vit kunnu siga, at ein lyklatekstur í fjallaprædikuni er í Matt. 6,8: “Ikki vera sum tey.” hetta er eitt kall til at vera øðrvísi, tí sum Jesu eftirfylgjarar eru vit fremmand í hesum heimi. Vit kunnu siga, at tá vit fylgja Jesusi fáa vit ein nýggjan ríkisborgaraskap – eitt nýtt pass. Og fáa harvið tey rættindi, sum borgarar í hesum ríki fáa.
1. Róm. 12,2: “Tit skulu ikki laga tykkum eftir tíðarrákinum (heiminum), men latið Guds Anda broyta hugsanir tykkara og vanar tykkara” her roynir Paulus at taka aftur í tað, sum Jesus eisini lærir í fjallaprædikuni = tit skulu vera øðrvísi!
Tá tú fert at ferðast, so ert tú ein fremmandur í einum øðrum landi. Tú ert ikki ríkisborgari har, tú ert undirgivin teirra lóg, mentan, siðvenju – men tú hevur rættindi í einum øðrum landi. Og tú umboðar eitt annað land. Jesus brúkar hesa myndina av, at vera eitt umboð fyri eitt annað land. Her = tit eru ljós heimsins (í myrkrinum) og tit eru salt jarðarinnar (gevur smakk og forðar at rot kemur í)
- Eg var í Kirgistan í feb-2023 – eitt øðrvísi land – fremmand mentan, eingin norðurlendsk sendistova í landinum – 90% muslimar – eg var har einsamallur sum føroyingur, útlendingur, fremmandur – hoyrdi heima í einum øðrum ríki – men eg hevði við mær tey virðir, sum merkja hvar eg komi frá – eg var føroyingur – samstundis sum eg sjálvandi virdi teirra reglur.
- So var eg saman við einum kristnum bróðuri, javnaldrar, sum eg hevði nakað til felags við – tí vit vóru felags ríkisborgarar í Guds ríki.
Guds børn eru fremmand og útlendingar á jørðini. Vit hoyra ikki heima her. Vit skulu vera her eina stutta tíð, men okkara æviga heim er himmalin – í Guds ríki.
- Og Jesus sigur í Jóh. 18,36: Mítt ríki er ikki av hesum heimi.
- Og Bíblian lærir okkum, at Guds ríkið er komið, tá Jesus er blivin harri í okkara lívi, men tað kemur ikki til fulnar fyrrenn hann kemur aftur at døma allan óndskap burtur í heiminum. Tá koma vit veruliga heim!
- So don’t get too comfortable – ver ikki for mageligur við alt tað, sum hoyrir heiminum til.
- Vit blíva so lætt uppsvølgd av tí vælferð, sum hava. Fá tær útbúgving, gott arbeiði, familju, børn, dreymahús, lekkran bil, ferðast minst 1-2 ferðir um árið... keyp tað tær lystir, liv dreymin, finn frið í tær sjálvum, ver tann tú følir teg vera. Hetta er tað góða lívið, ha? = hetta er heimsins roynd at fylla okkara tómu spann – tómrúmið í okkara hjarta
- Men hvat gagnar tað manni at vinna allan heimin, men bøta afturfyri við sál síni? spyr Jesus í Matt. 16,26.
Vit hava ikki her tann verandi stað, men vit søkja tann komandi. (Heb. 13,14) = vit eru á ferð. Hvar fert tú?
- Okkara lív er sum ein roykur, ið eftir stutta stund hvørvur burtur (Ják. 4,14)
- Og tí er tað at Jesus í fjallaprædikuni ikki bara kemur við eini stevnuskrá, sum hann vónar at fólk fara at taka undir við. “himmiríkið er í nánd.” = tað kemur, um tú vilt tað ella ikki.
- Gud kemur at yvirtaka allan heimin aftur – Jesus skal vera harri yvir øllum, og hvørt knæ skal boyggja seg fyri honum – og dómur skal falla yvir alla synd -- og hann bjóðar okkum fyrigeving fyri okkara synd og at blíva partur av hansara nýggja ríki.
- Vilt tú vera við?
Tá ein útlendingur flytir til Føroyar, so vænta vit ikki at tey duga føroyskt frá degi #1 ella vita alt um føroyskar vanar og siðir. Tað tekur tíð at læra.
- Á sama hátt er fjallaprædikan ein lýsing av mentanini og virðunum í Guds ríki. Hetta var ikki treytin fyri at sleppa at fylgjast við Jesusi, men hetta er mentanin, virðini og hjartalagið í Guds ríki. Og Jesus visti væl, at eingin megnaði at liva upp til hetta idealið – og tí doyði hann fyri at taka revsingina fyri okkara feilir og misgerðir (rættvísgering) – fyri at vit síðan við Heilaga Andans hjálp skulu stremba eftir at liva undir hansara harradømi (heilaggering).
- = umráðandi partur av kristna lívinum, tí vit koma hetta vikuskifti at læra um hvussu tað er meira enn bara tóm orð – at siga at eg trúgvi. – Tí Jesus sigur sjálvur í 7:21 at “ikki hvør tann, ið sigur til mín “Harri, Harri,” skal koma inn í himmiríkið; men tann, ið ger vilja faðirs míns, sum er í himlunum.”
Umvending (tónleikarar upp)
Umvending (tónleikarar upp)
Lat okkum enda við at koma aftur til fyrsta versið í teksinum – tí sum Jesus byrjaði alt við – og draga tað meira inn í okkara samanhang: Vendið um, tí at himmiríkið er í nánd!
Vilt tú vera partur av Guds ríki? Vilt tú fylgja Jesusi? Lata hann vera harra í tínum lívi?
- Jesus lærdi, at tað skal ein umvending til: at vera partur av Guds ríki krevur eina umvending = ein umbroyting av huganum.
- Umvending = eg gangi ein veg – og vendi um og gangi hinveg.
- Tá vit eru partur av heiminum, so fylgja vit við streyminum. Halda kanska at vit eru fræls menniskju, men vit eru øll í veruleikanum trælir at tíðarandanum og mentanini, vit eru í. Vit eru eitt produkt av teimum umstøðum, sum vit eru í.
- Men at fylgja Jesusi er at svimja ímóti streyminum – at vera øðrvísi
- Tað kann vera óbehagiligt, strævið – og tað kann kosta okkum nógv. Forfylging og spottan, ja enntá lívið, segði Jesus.
- Men tú skalt vita, at tað kemur ein dagur, tá okkara lív kemur at enda, og Jesus kemur aftur at døma heimin og okkara synd. Vit hava nemliga ikki her tann verandi stað.
- Men í kvøld kemur Jesus við einum útrættum armi – at taka alla heimsins synd á seg – okkara revsing – og bjóðar okkum at fylgja sær – at blíva partur av hansara ‘crew’ – hansara kongaríki
- Tí um Jesus er harri í tínum lívi, so er himmiríkið títt. So skalt tú fáa troyst. So skalt tú fáa jørðina í arv. So skalt tú fáa miskunn. So skalt tú síggja Gud. So skalt tú vera kallaður Guds barn.
- “Gleðið tykkum og fegnist, tí at mikil er løn tykkara í himlinum.” (5:12)
Respons
- Kanska tú longu hevur gjørt av at fylgja Jesusi – so brúka hetta vikuskifti til at fordjúpa teg í, hvør hansara vilji er við tínum lívi.
- Kanska tú ert gliðin av leið, men vilt koma aftur til Jesus Kom fram til forbøn!
- Kanska hetta eru nýggir tankar fyri tær –– Jesus rættir eisini eina hond út til tín, og bjóðar tær vælkomnum at fylgja sær, so hann er tín harri, so tú eisini verður partur av hansara ríki, óanisæð tína fortíð og bakgrund. Kom fram til forbøn!
Bøn!