Hitt fyrra er farið
Allahalganna sunnudag • Sermon • Submitted
0 ratings
· 16 viewsJesus hevur sigrað yvir deyðanum og vunnið okkum ævigt lív
Notes
Transcript
Hitt nýggja Jerúsalem
Hitt nýggja Jerúsalem
“Og eg sá nýggjan himmal og nýggja jørð, tí at hin fyrri himmalin og hin fyrra jørðin vóru horvin, og havið var ikki longur til. Og eg sá staðin heilaga, hitt nýggja Jerúsalem, stíga niður av himni frá Guði, búnan sum brúður, ið er skrýdd fyri manni sínum. Og eg hoyrdi harða reyst frá hásætinum, sum segði: “Sí, tjaldbúð Guðs er hjá menniskjunum, og hann skal búgva hjá teimum, og tey skulu vera fólk hansara; og Guð sjálvur skal vera hjá teimum. Og hann skal turka hvørt tár av eygum teirra, og deyðin skal ikki longur vera til, ikki heldur sorg, ikki heldur skríggj, ikki heldur pínsla skal longur vera til; tí at hitt fyrra er farið.” Og tann, sum í hásætinum sat, segði: “Sí, eg geri allar lutir nýggjar!” Og hann sigur: “Skriva! Tí at hesi orð eru trúgv og sonn.” Og hann segði við meg: “Tað er hent. Eg eri Alfa og omega, upphavið og endin. Eg skal geva tí, sum tystur er, av keldu lívsvatnsins fyri einki. Tann, sum sigrar, skal arva hetta, og eg skal vera Guð hansara, og hann skal vera sonur mín” (Opb 21,3-4).
Inngangur
”Deyðin er hvør mans harri” sigur eitt orðatak. Men hóast vit ferð eftir ferð verða mint á deyðans mátt – kanska serliga slíkar dagar sum í dag – so ljóðar kortini eisini ein gleðiboðskapur til okkum í dag um hann, sum sjálvur er deyðans sigurharri.
Í dag er tað bæði allahalganna sunnudagur og minningardagur teirra sjólátnu. Vit halda minningargudstænastu, tí at vit vilja minnast tey, sum doyðu úti á havinum og tey, sum doyðu í kirkjusóknunum tað seinasta árið. Og tá ið vit minnast okkara deyðu, kunnu vit heldur ikki lata vera við at hugsa um, at vit eisini ein dagin skulu tann sama vegin.
Ein fíggindi
Men hóast deyðin ferð eftir ferð vísir okkum sín mátt, so skáka flest menniskju seg kortini undan at tosa um deyðan. Kann tað vera, at vit skáka okkum undan at tosa um deyðan, tí at vit ikki dáma at verða mint á hetta, at vit eisini einaferð skulu doyggja? Og kann tað vera, at vit ikki dáma at verða mint á okkara egna deyða, tí at deyðin kemur til okkum sum ein fíggindi? Soleiðis verður deyðin nevniliga lýstur í okkara Bíbliu: sum ein fíggindi. Paulus sigur til dømis: ”Síðsti fíggindin, sum týndur verður, er deyðin” (1 Kor 15,26).
Summi siga, at man skal gerast vinur við deyðan og finna seg í tí, sum ein ikki sleppur undan. ”Vit hava bara hetta lívið, og tá ið vit doyggja, so er alt yvirstaði”, sigur man. Her er ikki talan um nakað lív eftir deyðan, men bara áðrenn deyðan. Men hesin tankin um, at deyðin er eitt endaligt punktum fyri lívið, samsvarar kortini ikki við tann veruleikan, sum Bíblian boðar okkum. Sambært Bíbliuni er menniskjan harafturímóti ævig. Prædikarin sigur enntá, at Gud hevur lagt ævinleikan í hjørtuni hjá menniskjum (Præd 3,11). Og tí er tað nevniliga heldur ikki so lætt at beina fyri hesi kensluni innaní okkum, sum sigur, at deyðin ikki er eitt endaligt punktum fyri lívið, men at deyðin harafturímóti er ein fíggindi.
Støða heimsins
Vit skulu altso ikki gerast vinir við deyðan, men við Jesus, tí at tað er bara hann, sum kann hjálpa okkum viðvíkjandi deyðanum. Jesus er tann einasti, sum kann hjálpa okkum í deyðanum, tí at hann er jú tann einasti, sum hevur vunnið sigur á deyðanum! Vit pínast og plágast av okkara fígginda. Hetta er hitt sannroynda og kristna sjónarmiðið viðvíkjandi deyðanum. Deyðin er ikki nakað natúrligt – nakað, sum vit bara skulu sláa okkum til tols við. Nei, djúpt innan í okkara veru finst ein verulig kensla av, at deyðin er nakað ræðuligt fyri okkum menniskju - nakað, sum ikki átti at hent!
Deyðin er eitt tekin uppá, at ein vanlukka er hend. At lívið er vorðið til nakað annað, enn tað átti at hava verið. Hetta er eisini tað, sum Bíblian boðar okkum líka frá fyrstu til síðstu síðu. Gud gav okkum lívið, og hann sá, at tað var gott (1 Mós 1). Eingin sjúka og deyði plágaði menniskjuna, áðrenn syndafallið. “Guð leit at øllum, sum hann hevði gjørt, og sí, tað var sera gott” (1 Mós 1,31). Men alt hetta broyttist eftir syndafallið! Paulus sigur einastaðni, at deyðin kom inn í heimin við syndini, og at deyðin trongdi seg ígjøgnum til øll menniskju, av tí at tey syndaðu øll (Róm 5,12). Hetta er støða heimsins. Tár, deyði, sorg, skríggj og pínsla ger seg galdandi hvønn dag í hesum heiminum, tí at alt er ikki soleiðis, sum Gud ætlaði, at tað skuldi vera.
Deyðans fylgjur
Gud er lívsins kelda! Hann er góður, allur sum hann er! Hann er ævigur! Men syndin hevur gjørt skilnað millum okkum og Gud (Jes 59,2), og tað hevur deyðans fylgjur. Hetta er heimurin eisini vitni til hvønn dag. Hvønn dag doyggja túsundavís av menniskjum í hesum heiminum. Men Gud er ein góður Gud. Hann vil ikki, at vit skulu doyggja. Nei, harafturímóti vil hann, at vit skulu liva í allar ævir saman við honum. Hetta lesa vit eisini um hjá profetinum Ezekiel: “Man eg hava hug á deyða hins gudleysa? Nei, men at hann vendir um frá sínum vonda vegi, so at hann má liva” (Ez 18,23). Gud ynskir altso, at vit øll skulu liva. Og tí hevur hann eisini sent Jesus, lívsins harra, inn í henda heimin fyri at bjarga okkum aftur til tað lívið, sum hann hevur ætlað okkum til: Ævigt lív saman við Gudi heima í Himli!
Tí tú ert við mær
Í møtinum við deyðan - henda fíggindan, sum vit ikki sleppa undan - eiga vit altso ein vin, sum kann hjálpa okkum. Sálmaskaldið sigur tað soleiðis: “Gangi eg í dimmum dølum, einki ilt eg óttist. Tí tú ert við mær, tín stavur og tín keppur, teir ugga meg” (Sl 23,4). Vit eiga ein vin og eina vón mitt í hinum dimma dalinum, mitt í deyðanum! Henda vónin er grundað við orðunum: ”Tí tú ert við mær.”
Tað er Guds nærvera, sum hjálpir okkum ígjøgnum teir dimmu dalarnar í lívinum! Og tað er eisini Guds nærvera, sum hjálpir okkum ígjøgnum deyðan - tann dimmasta dalin. Inn í henda dimma dalin, sum ger okkum bæði málleys og virkislamin, inn í hesa neyðina fær Gud kortini talað! Í myrkrinum talar hann um ljósið. Í deyðanum talar hann um uppreisn og ævigt lív. Hetta kann hann gera vegna Jesu fullgjørda frelsugerning fyri okkum.
Í faðirs míns húsi
Av tí at Jesus livdi tað lívið, sum vit ikki megnaðu at liva og doyði á krossinum í okkara stað; av tí, at hann sigraði yvir deyðanum páskamorgun; av tí kunnu vit nú eisini savnast her í kirkjuni í dag við tí vón, at deyðin ikki fær tað síðsta orðið, og at vit við trúnni á Jesus sleppa at hittast aftur har heima í himli undir heilt nýggjum umstøðum.
Í Jóhannesevangeliinum sigur Jesus: “Í faðirs míns húsi eru mangir bústaðir. Var tað ikki so, hevði eg sagt tykkum tað; tí at eg fari burtur at tilbúgva stað fyri tykkum. Og tá ið eg eri farin burtur og havi tilbúgvið stað fyri tykkum, komi eg aftur og skal taka tykkum til mín, til tess at har sum eg eri, skulu tit eisini vera” (Jóh 14,2-3). Sum kristin hava vit altso ein himmalskan stað fyri eyga. Vit síggja kanska ikki henda staðin við okkara likamligu eygum, men í okkara trúarvón vita vit, at vit eru á ferð heim til Himmals.
Ella sum vit fara at syngja um eina løtu:
Mín vón og øll mín gleði
er summartíðin sæl,
sum Guð á sínum degi
oss ævigt veita skal;
tá jørð og himmal trína
í nýggjum líki fram,
hvør skapningur tá skína
í dýrdarljósi man.
Sum kristin síggja vit hetta lívið sum eina ferð. Vit hava ikki ein verðandi stað her á fold. Himmalin er fyri framman – summartíðin sæl!
Har endar allur tregi,
ei hoyrist klagurødd,
alt vent er nú til gleði,
av longsli sælan fødd;
um Harrans ljósu trónu,
har gleðin er ótøld,
við lívsins gyltu krúnu
er halgimanna fjøld!
Hetta er hitt nýggja Jerúsalem, sum vit hava hoyrt um í Opinberingini: “Og eg sá nýggjan himmal og nýggja jørð ... staðin heilaga, hitt nýggja Jerúsalem.” Heima í himli skal Gud sjálvur vera hjá okkum. Og hann skal turka hvørt tár av eygum okkara, ”...og deyðin skal ikki longur vera til, ikki heldur sorg, ikki heldur skríggj, ikki heldur pínsla skal longur vera til; tí at hitt fyrra er farið” (Opb 21,1-4).
Endi
Lina Sandell sigur einastaðni: “Hann lýsir mær vegin gjøgnum deyðaskuggans dal / og er sjálvur vorðin fyri mær / ein livandi vegur til Himmalsins sal, / ein kelda við lívinum í sær...”
Hóast vit ferð eftir ferð skulu fylgja okkara kæru tað seinasta strekkið og siga okkara síðsta farvæl, so kunnu vit kortini altíð gera hetta við vón í okkara hjørtum, tí at Jesus er ein kelda við lívinum í sær. Hann lýsir okkum vegin gjøgnum hin dimma dalin og er sjálvur hin livandi vegurin inn í Himmalsins sal – staðið, har ið vónin um at síggjast aftur verður til veruleika!
Tað kemur ein dagur, tá ið tað veruliga kann sigast, at hitt fyrra er farið. Eingin Djevul, eingin sjúka, eingin deyði kann tá røra okkum, tí at nakað nýtt er vorðið til - nakað, sum varir í allar ævir, og sum vit tí eisini kunnu njóta í allar ævir. Hetta er tað, sum Jesus er komin fyri at geva okkum. Og hann hevur víst okkum, at hann hevur bæði viljan og máttin til at gera hetta til fulnar. Við sínum lívi, við sínum undrum og við síni egnu uppreisn frá deyðum hevur hann víst okkum øllum, hvør hann er.
Hann er tann, sum sigraði yvir deyðanum og sum sjálvur er uppreisnin og lívið! Og við trúnni á hann kunnu vit líta fult og fast á, at eisini vit skulu fáa lut í uppreisnini og hinum æviga lívinum! Og tí kunnu vit eisini taka fult og fast undir við sálminum, sum vit longu hava sungi:
1. Hin sterki Krist sleit deyðans bond,
og drekin vunnin var,
tey farnu heim til lívsins lond
hann leiddi blítt við sær.
2. Og deyðans valdi bjargað frá
teim einans Jesus fekk,
hans frelsti herur fylgja má
tí veg, hann sjálvur gekk.
3. Tí syngjum hátt hans prís, hans rós,
til fold vit fara frá,
heim til sítt fagra himmalljós
hann tekur okkum tá.
4. Tær veri tøkk, Guð faðir mín,
og so tær Jesus Krist
og Halgi Andin, sum til tín
vár Guð oss leiðir vist.
Amen.