2. sunnudag eftir trettanda: Brúdleypið í Kána
Sermon • Submitted
0 ratings
· 36 viewsNotes
Transcript
Lestur úr GT: 2 Mós 33,18-23
Men Móses segði við Harran: „Lat meg tó síggja dýrd tína.“ Hann svaraði: „Eg skal fara fram við tær í allari dýrd míni og nevna Harran við navni fyri tær; tí at øllum, sum eg vil, veiti eg náði og miskunn.“ Og hann segði: „Tú kanst ikki síggja andlit mítt; tí at eingin fær sæð andlit mítt og verið á lívi!“ Síðan segði Harrin: „Kom og statt her í námindu hjá mær, har á klettinum; og tá ið so dýrd mín fer framvið, skalt tú standa í klettasprunguni; og eg skal halda hond mína hyljandi yvir tær, til eg eri farin framvið; síðan vil eg taka hond mína burtur og lata teg síggja meg aftan ífrá; men andlit mítt má maður ikki síggja!“
Evangelium: Jóh 2,1-11
Og triðja dagin varð hildið brúdleyp í Kána í Galileu, og móðir Jesu var har. Men eisini Jesus varð boðin í brúdleypið og lærusveinar hansara. Og tá ið har treyt vín, sigur móðir Jesu við hann: „Tey hava einki vín.“ Og Jesus sigur við hana: „Kvinna, hvat vilt tú mær? Enn er ikki mín tími komin.“ Móðir hansara sigur við tænararnar: „Hvat hann so sigur við tykkum, tað skulu tit gera.“ Men har vóru sett seks vatnsker av steini eftir reinsanarsiði hjá Jødum, og tók hvørt teirra tvær ella tríggjar kannur. Jesus sigur við teir: „Fyllið vatnskerini við vatni!“ Og teir fyltu tey á tremur. Og hann sigur við teir: „Oysið nú upp og berið høvuðskokkinum!“ Og teir bóru honum. Men tá ið høvuðskokkurin smakkaði á vatnið, sum var vorðið vín, og ikki visti, hvaðan tað var, – men tænararnir, sum høvdu oyst vatnið upp, vistu tað – kallar høvuðskokkurin á brúðgómin og sigur við hann: „Hvør maður setir fyrst hitt góða vínið fram, og tá ið teir eru vorðnir druknir, hitt ringara; tú hevur goymt hitt góða vínið líka til nú.“ Hesa byrjan av teknum sínum gjørdi Jesus í Kána í Galileu og opinberaði dýrd sína, og lærusveinar hansara trúðu á hann.
Inngangur
Í sálminum “Vit Halgan Anda biðja nú” hava vit sungið hesa bønina: “Tú lívsins ljós, lýs okkum svá, / at Harrans dýrd vit fáa øll at sjá, / so vit honum fegin / fylgja allar leiðir...”
Hetta er ein stór bøn at biðja, tá ið vit biðja um at sleppa at síggja Harrans dýrd. Ja, í grundini biðja vit somu bøn, sum Móses eisini bað, tá ið hann segði við Gud: “Lat meg tó síggja dýrd tína.” Vit biðja hesa bøn, tí at vit trúgva, at hin upprisni og livandi frelsarin eisini kann gera tað sama í dag og í okkara lívi, sum hann gjørdi henda dagin í brúdleypinum í Kána. Og hvat gjørdi hann har? Jú, hann opinberaði dýrd sína til vælsignilsi fyri lærusveinarnar. Ella sum vit hava hoyrt í evangeliinum: “Hesa byrjan av teknum sínum gjørdi Jesus í Kána í Galileu og opinberaði dýrd sína, og lærusveinar hansara trúðu á hann.”
Tað er ikki soleiðis, at Jesus bara opinberaði sína dýrd fyri lærusveinunum tá fyri mongum árum síðani. Nei, hann opinberðar eisini sína dýrd fyri teimum, sum hoyra honum til í dag. Vit eru altso savnað um nakað heilt avgerandi her í dag – nakað, sum kristin menniskju hava tráað eftir og vitnað um til allar tíðir, nevniliga Jesu dýrd – at síggja meira av Jesusi – at verða drigin nærri at honum - at læra hann betur og betur at kenna – at síggja hann, sum hann er. Ella sum vit lesa í fyrsta brævi Jóhannesar: “Vit vita, at tá ið hann verður opinberaður, tá skulu vit verða honum lík, tí at vit skulu síggja hann, sum hann er” (1 Jóh 3,2).
Heima í Himli skulu vit síggja Jesus, sum hann er. Øll hansara dýrd verður tá opinberað fyri okkum. Tí er tað eisini, at vit ganga inn í dýrdina, tá ið vit ganga inn í Himmalin. Og sum Guds børn skulu vit liva í dýrdini í allar ævir. Ella sum tað stendur í Opinberingini: “Og staðinum tørvar heldur ikki sól ella mána til at lýsa hjá sær; tí at dýrd Guðs skínur á hann, og lambið er lampa hansara. Og fólkasløgini skulu ganga í ljósi hansara...” (Opb 21,23-24a). Eisini tey, sum hoyra Jesusi til í dag, skulu ganga í ljósi hansara heima í dýrdini. Tað verður stórt! Og í hesum lívinum tráa vit eftir at síggja Guds dýrd, bæði heima í Himli, men eisini í brotum her á fold, og tí syngja vit bønina: “Tú lívsins ljós, lýs okkum svá, / at Harrans dýrd vit fáa øll at sjá...”
Kjarnin í prædikutekstinum er ikki til at taka feil av, nevniliga tað, sum verður undirstrikað fyri okkum í tí síðsta versinum: Jesus opinberaði sína dýrd – og lærusveinarnir trúðu á hann. Hetta leggur upp til tveir spurningar:
1. Hvussu opinberaði Jesus sína dýrd í Kána?
2. Hvussu opinberar Jesus sína dýrd fyri okkum í dag?
Hetta skulu vit so hyggja eitt sindur nærri at.
Brúdleypið í Kána
Kána lá tætt við Jesu egnu heimbygd, Nasaret. Og hetta, at Maria, móðir Jesu, Jesus sjálvur og hansara lærusveinar vórðu boðin við í brúdleyp, hetta kundi bent á, at talan var um brúdleypið hjá onkrum skyldfólki hjá Jesusi ella hjá onkrum vini. Og hetta kundi eisini verið ein frágreiðing til, at Maria kennir tað sum sína ábyrgd at hjálpa til, tá ið vínið fór at ganga undan.
Í Jesu samtíð kundi eitt brúdleyp vara í eina heila viku. Brúðgómurin hevði hina peningaligu ábyrgdina og skuldi harvið vísa øðrum, at hann var førur fyri at taka sær av bæði konu og børnum. Í hesum samanhanginum skuldi hann tí eisini syrgja fyri, at tað var nokk av víni til allar dagarnar. Tað var altso sera snópisligt fyri brúðgómin, um vínið fór at tróta, áðrenn brúdleypið var liðugt, og at hann byrjaði lívið sum ektamaður við at vísa øllum, at hann ikki megnaði at liva upp til sína egnu ábyrgd.
Sambært jødiskari tankagongd var vínið eisini ein ímynd av gleði og hátíðarhaldi. “Tað er eingin fagnaður uttan við víni”, søgdu jødarnir. Hetta var altso ein sera keðilig støða fyri brúðgómin at standa í, nú vínið var farið at ganga undan!
Bønin
Men henda keðiliga støðan verður fullkomiliga broytt við einari lítlari bøn. “Tey hava einki vín”, segði Maria við Jesus. Talan er um eina bøn um hjálp, hóast tað ikki beinleiðis verður orðað sum ein bøn. Maria sigur rætt og slætt við Jesus, hvat ið trupulleikin er og dregur hann soleiðis eisini við inn í hesa truplu støðuna. Hon hevur fult álit á Jesus, og at hann er mentur at hjálpa! Soleiðis vísir Maria eisini okkum nakað, ið eyðkennir alla bøn, nevniliga hetta, at bera alt til Jesus og siga tað soleiðis, sum tað er. Við bønini geva vit altso Jesusi lut í okkara støðu og líta á, at hann er mentur at hjálpa. Hetta álitið hevði Maria, og tí segði hon eisini við tænararnar: “Hvat hann so sigur við tykkum, tað skulu tit gera.”
Hetta álitið á, at Jesus tekur yvir, tá ið vit bera trupulleikarnar til hansara, ger bønina hjá Mariu eisini til eina fyrimynd fyri alla kristna bøn. Bøn er í stuttum at líta á, at Jesus hevur tikið trupulleikarnar á seg sjálvan, tá ein hevur borið teir til Jesus og sagt tað við hann soleiðis, sum tað er. Hetta álitið á Jesus kunnu eisini vit hava bæði viðvíkjandi tí gerandisliga og tí andliga!
Jesu dýrd
Jesus er mentur at hjálpa okkum, tí at hann er tann, sum hann er. Hann er Immanuel - Gud við okkum! Ella sum Jóhannes innleiðir evangeliið: “Í fyrstuni var orðið, og orðið var hjá Guði, og orðið var Guð... Og orðið varð hold og tók búgv okkara millum, og vit skoðaðu dýrd hansara, dýrd, sum einborin sonur hevur frá faðir sínum, fulla av náði og sannleika” (Jóh 1,1 og 14).
Henda dagin í Kána vóru lærusveinarnir eygnavitni til nakað heilt serligt – eitt undur – eina opinbering av Jesu dýrd! Og Jesu dýrd er Guds egna dýrd – dýrdin, sum fyllir allan Himmalin! Tað hevur altso verið eitt heilt serligt upplivilsi fyri lærusveinarnar at vera til staðar henda dagin í Kána, tá ið Jesus gjørdi hetta fyrsta teknið og opinberaði sína dýrd.
Skapanarorðið
Hetta, at Jesus gjørdi vatnið til vín, er eitt stórt undur, líkasum tað eisini var eitt stórt undur, tá ið Jesus mettaði tey 5000 í oyðimørkini við fimm breyðum og tveimum fiskum. Jesus gjørdi undurgerningar, matundur og vínundur. Teimum sjúku gav hann heilsuna aftur. Ja, hann reisti enntá menniskju upp frá deyðum. Hetta eru stór undur! Men fyri Jesus er hetta gjørligt, tí at hann er tann, sum hann er. Hann er Orðið, sum var hjá Gudi, sum er Gud, og sum varð hold og tók búgv okkara millum! “Allir lutir eru skapaðir við honum og til hansara” (Kol 1,16). Tá ið Jesus talar hava vit altso við Guds egna skapanarorð at gera. Ella sum sálmaskaldið sigur: “Tí hann talaði, og so varð tað; hann beyð, og so tað stóð” (Sl 33,9). Soleiðis var tað eisini í Kána henda dagin. Jesus talaði og segði: “Oysið nú upp og berið høvuðskokkinum!” Og í hesi løtu opinberaði hann sína dýrd, tí at nú hendi eitt skapanarundur: teir uml. 700 litrarnir av vatni, sum vóru í vatnskerunum, vórðu til 700 litrar av víni! Talan var um eitt stórt undur og eitt tekn, sum peikaði á, hvør ið Jesus er, og at hann hevur skapanarorðið í sínum egna munni. Hetta merkir, at vit kunnu síggja vínundrið í Kána og tey eftirfylgjandi teknini í evangeliinum sum lýsingar av teimum innleiðandi orðunum um Jesus sum Orðið: “Og orðið varð hold og tók búgv okkara millum, og vit skoðaðu dýrd hansara, dýrd, sum einborin sonur hevur frá faðir sínum, fulla av náði og sannleika.” Gud gjørdist menniskja í Jesusi frá Nasaret, og hann opinberaði í brotum sína dýrd, tá ið hann gjørdi síni undur og tekn.
Lambsins brúdleyp
Hina fullu opinberingina av Jesu dýrd sleppa vit at uppliva í einum øðrum brúdleypi, nevniliga tá øll kristin menniskju á evsta degi skulu í Lambsins brúdleyp heima í Himli. Ella sum vit lesa í Opinberingini: “Latum okkum gleðast og fegnast og geva honum æruna, tí at komið er at brúdleypi lambsins, og brúður hansara hevur búgvið seg til!” (Opb 19,7). Brúður hansara eru tú og eg og øll tey, sum hoyra Jesusi til. Og meðan brúdleypið og hátíðarhaldið í Kána varaði í eina viku, varar Lambsins brúdleyp og hátíðarhaldið heima í Himli harafturímóti í allar ævir! Ja, har verður frøði, sum vit plaga at syngja! Og henda himmalska frøðin er nakað, sum eisini tú og eg kunnu fáa lut í, tí at Orðið, sum var hjá Gudi í dýrdini, gjørdist hold!
Av tí at Jesus kom til okkum sum frelsari; av tí at hann livdi tað heilaga lívið, sum vit ikki megnaðu at liva; av tí at hann doyði fyri okkara syndir; av tí kunnu vit nú eisini eiga lut í tí nýggja víninum og hini óendaligu og ómissandi gleðini heima í Himli.
Tað besta verður goymt til síðst!
Ísrael er eitt vínland, og fyri jødar ímyndaði vínið sum sagt gleði. Gleði og hátíðarhald var í Kána, og tað besta vínið varð goymt til síðst! Soleiðis er tað eisini við frelsuni, sum Jesus er komin við. Tað besta verður goymt til síðst! Vit sleppa at njóta hina óendaligu gleðina til seinast í hinum æviga hátíðarhaldinum har heima í Himli! Hetta sá Jesus eisini fram til, tá ið hann fyri síðstu ferð drakk vín her á fold. Í hini heilagu kvøldmáltíðini - stutt áðrenn líðingina og deyðan á krossinum – sær Jesus fram til hina himmalsku gleðina og sigur við lærusveinarnar: “Sanniliga sigi eg tykkum, at eg skal onga tíð meira drekka av frukt víntræsins, inntil tann dag, tá ið eg drekki hana nýggja í Guðs ríki” (Mark 14,25).
Jesus hevur nakað nýtt at bera okkum:
· Vatnið í vatnskerunum verður býtt um við vín
· Templið í Jerúsalem verður býtt um við Jesu egna likam og blóð.
Tað er ígjøgnum Jesu fullgjørda frelsugerning á Golgata, at hetta nýggja lívið og henda nýggja himmalska gleðin opnast eisini fyri tær og mær!
Krossurin
Hetta er eisini tað, sum rithøvindurin til Hebrearabrævið undirstrikar fyri okkum, tá ið hann sigur, at Kristus “...gekk ikki heldur við blóði av bukkum ella kálvum, men við sínum egna blóði eina ferð með alla inn í halgidómin og vann æviga loysn” (Hebr 9,12).
Við sínum blóði á Golgata hevur Jesus beint fyri syndini, sum skildi okkum frá Gudi og hansara dýrd. Og við sínum blóði hevur hann gjørt okkum ein nýggjan og livandi veg inn til Guds dýrd. Hetta er tað nýggja, sum Jesus hevur vunnið okkum, tá ið hann fór upp á krossin í okkara stað!
Í dagsins teksti sigur Jesus við móðir sína, at hansara tími er ikki komin enn. Hesin tímin sipar til Jesu deyða á krossinum og hitt fullgjørda frelsuverkið. “Tað er fullgjørt!” rópti Jesus beint áðrenn hann doyði (Jóh 19,30). Tað er serliga í hesum tíma – í Jesu deyðstíma á Golgata - at Jesus opinberar sína dýrd! Og teknið í Kána og øll hini teknini, sum Jesus gjørdi, peika fram til henda tíman.
Í sínum jarðarlívi opinberaði Jesus sína guddómligu og ævigu dýrd í brotum, men krossurin er hæddarpunktið av hansara opinbering! Og av tí at krossurin er tað serliga opinberingsstaðið av Jesu dýrd, so kann Jesus t.d. eisini siga: “Tá ið tit fáa hevjað upp menniskjusonin, tá skulu tit koma at sanna, at eg eri tann, sum eg eri.” Og: “Tá ið eg verði lyftur upp frá jørðini, skal eg draga allar til mín” (Jóh 8,28 og 12,32). Og tá ið tað stendur allar, so merkir hetta, at hin krossfesti Jesus eisini kallar á teg og meg fyri at draga okkum til sín sjálvs og frelsa okkum inn til sína ævigu dýrd.
Hvussu við okkum?
Ja, tað má hava verið fantastiskt hjá lærusveinunum at verða til staðar henda dagin í Kána – at vera vitni til hansara tekn og opinberingina av hansara dýrd! Men hvat so við okkum her í dag? Kanska suffa vit og siga: “Ja, tað var undurfult hjá teimum tá, men hvat so við mær? Slíkar stórar hendingar kann eg bara lesa um í Bíbliuni, men hvat hevur vínundrið í Kána yvirhøvur við meg og mítt lív at gera?” Í grundini hevur tað alt við okkara lív at gera! Undrið, sum hendi tá, undirstrikar jú ein sannleika, sum er galdandi fyri teg og meg eisini her í dag, nevniliga hetta, at Jesus er komin úr dýrdini til okkum fyri at liva og doyggja á krossinum í okkara stað og harvið eisini leiða okkum inn til hina himmalsku dýrdina. Hetta er í grundini orsøkin til at vit savnast um Jesus eisini í dag.
Tað, sum Jesus gjørdi tá fyri mongum árum síðani, er líka nógv galdandi her og nú, sum tað var galdandi í Jesu deyðstíma á krossinum, har ið hann rópti: “Tað er fullgjørt!” (Jóh 19,30). Jesu frelsugerningur er eisini fullgjørdur fyri teg og meg! Sannleikin, sum Jesus opinberaði um seg sjálvan í Kána, og sannleikin, sum serliga verður opinberaður fyri okkum á krossinum, tann sannleikin er eisini galdandi fyri okkum her og nú: “Men hann varð særdur vára synda vegna og sundurbrotin vára misgerða vegna; okkum til friðar kom revsingin niður á hann, og av sárum hans fingu vit heilsubót” (Jes 53,5). Soleiðis profeteraði Jesaja uml. 700 ár fyri Krist, og hetta er eisini galdandi fyri teg og meg í dag!
Krossurin, sum Jesu mótstøðumenn hildu at vera endan av Jesusi úr Nasaret; henda krossin hevur Gud útvalt til at vera tað staðið, har ið hann serliga opinberar sína dýrd fyri okkum. Og líkasum Jesus var til staðar í brúdleypinum í Kána, soleiðis er hann nú eisini til staðar hjá okkum í dag við Heilagum Anda. Og um Heilaga Andans gerning sigur Jesus sjálvur: “Hann skal dýrmeta meg; tí at hann skal taka av mínum og kunngera tykkum” (Jóh 16,14). Hetta ger Heilagur Andi eisini nú! Hann peikar á Jesus á krossinum og sigur: “Jesus hekk eisini har fyri teg og tínar syndir! Ígjøgnum krossin vil Jesus eisini leiða teg inn til sína dýrd!”
Endi
Hevur tú fingið eyguni upp fyri hesum? Um ikki, far so til krossin! Hoyr orðið um krossin! Tað er jú har, ið hann serliga opinberar seg! Og tí er orðið um krossin eisini ein Guds kraft til frelsu fyri teg og meg! Jesus livir og er nær hjá okkum eisini í dag bæði í Orðinum og í sakramentunum. Hann livir, og tí kunnu vit eisini savnast í kirkjuni í dag og gleðast yvir hansara nærveru. Vit kunni biðja til hansara og syngja honum lovsong, tí at hann er nær hjá okkum eisini í dag við Heilagum Anda. Og líkasum vit hava hoyrt, at lærusveinarnir trúðu á Jesus, tá ið hann opinberaði sína dýrd í Kána, soleiðis kunnu vit fáa lut í júst somu trúgv og gleði, tá Heilagur Andi eisini opinberar Jesu dýrd fyri okkum á krossinum. Tí vil eg eisini enda við somu bøn, sum eg byrjaði við: “Tú lívsins ljós, lýs okkum svá, / at Harrans dýrd vit fáa øll at sjá, / so vit honum fegin / fylgja allar leiðir, / hann, sum okkum vegin / til Guðs ríki greiðir. / Kyrie eleis!” Harri hav náði við okkum!
